Innanlands

Betri atløguumstøður á Eiðinum

Umvælda og útbygda atløgubryggjan verður væntandi tikin í nýtslu aftur í næstu viku

2021-08-11 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Byggifelagið Kanjon hevur í summar bøtt munandi um havnarlagið á Eiðinum í Svínoy. Teir hava longt atløgubryggjuna við 10 metrum, og hækkað hana við einum hálvum metri, eins og tann nýggja er. Eisini verður 1,5 metra høgur verjugarður á havnarlagnum.

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at umleið 550 rúmmetrar av betongi eru brúktir til havnarútbyggingina. Kanjon hevur nakað av útgerð úti í Svínoy til hetta serstaka arbeiðið, harímillum ein mobilan krana, eina gravimaskinu við last og tveir betongbilar.

Ritan siglir vanliga um 60-70 prosent av túrunum á Eiðið, meðan restin verður siglt á Víkina. Tað tekur 35 minuttir at sigla á Eiðið úr Hvannasundi, meðan tað tekur 65 minuttir á Víkina. 

Við nýggju atløguviðurskiftunum á Eiðinum fer tað nú í fleiri førum at bera til at leggja at á Eiðinum. Serliga eru tað høgættirnar, sum eru ringar á Eiðinum, meðan tær eru góðar á Víkini.

- Hetta fer at hjálpa væl. Tað munar sera nógv, at skipið sleppur inn um endan á bryggjuni. Tað sluppu vit ikki frammanundan. Afturat tí bøtur hækkaða bryggjan og verjugarðurin sera væl um, sigur Árni Joensen, skipari á Rituni, við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Væntandi kann Ritan taka nýggju bryggjuna á Eiðinum í brúk einaferð í næstu viku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder