
Betri Banki kunnger í dag roknskapin fyri 2024. Árið var sum heild merkt av góðum úrslitum á virkisøkjunum hjá bankanum og avlopið gjørdist 290 mió. kr.
Útlánini vuksu í 2024 við 5,5%, og merkti hetta øktar rentuinntøkur. Harnæst fekk bankin eitt gott avkast av sínum íløgum í 2024. Og samstundis sum inntøkurnar eru vaksnar, eru útreiðslurnar ikki vaksnar við somu ferð sum inntøkurnar.
- Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri 2024. Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra um gjaldførið og kapitalgrundarlagið hjá bankanum, og hetta er eydnast. Vit hava megnað at økt okkara útlán við omanfyri 2 mia. krónum seinastu 4 árini. Hetta er gjørligt, tí at bankin hevur trúgvar innlánarar, eina stóra eginogn, gott gjaldføri og eitt gott lønsemi, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Betri Banki væntar, at 2025 verður lakari enn 2024. Høvuðsorsøkin til hetta er, at renturnar eru lækkaðar í 2024 og 2025.
Árið í stuttum:
Ársúrslitið: 290 mió. krónur
Úrslitið áðrenn skatt: 351 mió. krónur
Fíggjarstøðan javnvigar við 12.360 mió. krónur
Útlán: 8.579 mió. krónur
Innlán: 9.469 mió. krónur
Eginpeningur: 2.554 mió. krónur
Kjarnukapitalprosent við árslok er 36,6%
Tú kanst lesa allan roknskapin fyri 2024 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald