Roknskapurin hjá Betri Banka fyri fyrra hálvár 2026 vísir eitt avlop á 141 milliónir krónur, kunnger bankin í tíðindaskrivi.
Innlánini eru í hesum tíðarskeiðnum økt við smáum 200 milliónum krónum, og útlánini eru økt við góðum 400 milliónum krónum. Avavkastið av íløgunum hevur verið gott, og útreiðslurnar eru á nærum sama støði sum í 2025, skrivar bankin.
Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka sigur, at bankin er væl nøgdur við úrslitið.
– Úrslitið hjá Betri Banka fyrstu seks mánaðirnar av 2026 kemst av, at nógv virksemi er í landinum, og at eftirspurningurin eftir fígging er stórur, samstundis sum privat- og vinnukundarnir hjá bankanum samanumtikið eru væl fyri.
Hálvárið í stuttum
• Úrslit eftir skatt: 141 mió. kr.
• Úrslitið áðrenn avseting til skatt: 172 mió. kr.
• Fíggjarstøðan javnvigar við 14.037 mió. kr.
• Útlán: 9.668 mió. kr.
• Innlán: 10.887 mió. kr.
• Eginpeningur: 2.838 mió. kr.
• Kjarnukapitalprosent við hálvárið: 39,6%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald