2026-09-23 12:47
Eisini Betri Banki hækkar renturnar.
Frá 1. november hækkar bankin út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum.
Fráboðanin um rentuhøkkingar kemur, eftir at Evropeiski Miðbankin og síðani danski Tjóðbankin boðaðu frá, at teir hækka leiðandi rentuna.
Eisini Føroya Banki og Suðuroyar Sparikassi hava boðað frá, at teir fara at hækka rentuna.
Til ber at kunna seg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald