Innanlands

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar

1. desember hækka innlánsrenturnar við upp til 0,60 prosentstigum og útlánsrenturnar við upp til 0,50 prosentstigum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-01 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbanking leiðandi rentuna við ávikavíst 0,75 og 0,60 prosentstigum, og tí fer Betri Banki eisini at hækka renturnar.

Bankin boðar frá, at  hann fer at hækka innlánsrenturnar við upp til 0,60 prosentstigum og útlánsrenturnar við upp til 0,50 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi 1. desember í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder