Innanlands

Betri banki hækkar rentur og strikar negativa innlánsrentu fyri privatkundar

Fyri privatkundar hækkar útlánsrentan 0,40%. Samstundis er avgerð tikin um, at privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu av innistandandi eftir 1. september, sigur Betri banki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-22 16:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað munandi seinastu tíðina umframt, at rentan hjá Danska Tjóðbankanum er hækkað 0,50 prosent, hækkar Betri Banki rentuna 1. september 2022. 

Fyri privatkundar hækkar útlánsrentan 0,40 prosent. Samstundis er avgerð tikin um, at privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu av innistandandi eftir 1. september 2022. 

Rentan hjá vinnukundum hækkar 0,50 prosent fyri bæði út- og innlán. 

- Rentuhækkingin merkir, at okkara kundar skulu gjalda millum 0,40% og 0,50% meira í rentu á sínum lánum, kredittum og ábyrgdum. Hinvegin merkir tað eisini, at negativa innlánsrentan, sum í dag er -0,75 prosent, verður -0,25 prosent fyri vinnukundar, meðan privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu”, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder