Rentugongdin á altjóða peningamarknaðinum hevur havt við sær negativar rentur í danska tjóðbankanum og á teimum lánsbrøvum, sum Betri Banki vanliga setir pening í. Seinnu árini eru innlánini hjá Betri Banka alsamt økt.
Alt bendir á, at óvanliga lága rentustøðið fer at standa við í rúma tíð. Betri Banki hevur tí avgjørt at tillaga renturnar á innlánum, soleiðis at rentan á fleiri innlánsproduktum í næstum verða lækkaðar, og samstundis fáa størri vinnulig innlán ásett sokallaða negativa rentu.
Fyri innlán, sum ikki eru privat, verða renturnar negativar. Innlán undir 100.000 kr. verða tó óbroytt á 0%. Fyri upphæddir omanfyri 100.000 kr. lækkar rentan niður í -0,3%, meðan rentan verður -0,65% fyri upphæddir omanfyri 1 mió. kr.
Við hesi rentubroyting fara privatir kundar ikki at rinda fyri at hava pening standandi á bók. Nakrar privatar innlánsrentur lækka tó við upp til 0,15%. Renturnar á barnauppsparingum, ungdómsuppsparingum og bústaðarkontum lækka ikki.
Rentubroytingarnar fyri vinnu koma í gildi 8. novembur 2019 og fyri privat tann 1. desembur 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald