Innanlands

Betri Banki lækkar útlánsrenturnar

Í dag hava Evropeiski Miðbankin, og danski Tjóðbankin boðað frá fyrstu rentulækkingini síðan september 2019, og tað er orsøkin til, at útlánsrentan fyri privat- og vinnukundar nú lækkar við 0,25 prosentstigum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-06-06 19:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna. Rentan lækkar við 0,25 prosentstigum, og tað hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar, boðar bankin frá í tíðindaskrivi.

Hesar rentulækkingarnar eru fráboðaðar, eftir at Evropeiski Miðbankin, ECB fyrr í dag boðaði frá fyrstu rentulækkingini síðan september 2019. Hendan rentulækkingin var somuleiðis 0,25 prosentstig, úr fýra niður í 3,75 prosent.

Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum, men innlánsrenturnar verða óbroyttar, boðar Betri Banki frá.

Broytingarnar hjá Betri Banka koma í gildi 16. juli.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder