Innanlands

Betri Banki lækkar útlánsrenturnar

Hetta við 0,20 prosentstigum. Broytingarnar koma í gildi 22. november 2024

2024-10-18 15:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betri Banki: Danski Tjóðbankin hevur í gjár lækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar.

Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,20 prosentstigum.

Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,20 prosentstigum.

Broytingarnar koma í gildi 22. november 2024.

Til ber at kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder