Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at tað framvegis er nógv ferð á bústaðarmarknaðinum nú 1. ársfjórðingur í 2021 er farin afturum.
Miðal sethúsaprísirnir í Havn og í Klaksvík vóru ávikavíst 3,6 og 2,3 mió. í 1. árfjórðingi – ein vøkstur á 9 prosent og 12 prosent samanborið við miðalprísin í 2020.
Eisini í Eysturoynni eru prísirnir nógv hækkaðir. Miðalprísurin í Eysturoynni var 1,7 mió., ið er ein vøkstur á 12 prosent samanborið við miðalprísin í 2020.
Miðalprísurin í Føroyum var 2,4 mió. fyri 1. ársfjórðing. Her er talan um ein vøkstur á heili 20 prosent samanborið við miðalprísin í 2020, skrivar Betri Banki í tíðindaskrivi.
– Havast skal í huga, at vit einans hyggja eftir einum ársfjórðingi, og sølurnar eru tí ikki so nógvar í tali. Eisini hava lutfalsliga nógvar sølur verið í høvuðsstaðarøkinum og hetta er við til at hála miðalprísin fyri Føroyar nógv upp, sigur Betri Banki.
Betri Banki hevur fyrr víst á, at Eysturoyartunnilin ávirkar prísstøðið á bústøðum í Eysturoynni og í Klaksvík, og stóri prísvøksturin í Eysturoynni og í Klaksvík bendir á, at hendan gongdin heldur fram, og at tað gerst meira vanligt, at hús í Eysturoynni og í Klaksvík verða seld fyri meira enn 3 mió.
Øktu sethúsaprísirnir gera, at Bústaðarbyrðan er vorðin tyngri. Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av inntøkuni hjá einum húski verður nýttur til at fíggja bústaðin.
Bústaðarbyrðan í Havn og í Klaksvík var ávikavíst 33 og 22 prosent fyri 1. ársfjórðing. Hetta er ein vøkstur á tvey prosentstig fyri bæði økini. Í Eysturoynni hækkaði Bústaðarbyrðan við einum prosentstigi, upp í 17 prosent. Bústaðarbyrðan í Føroyum var 23 prosent, sum svarar til ein vøkstur á 4 prosentstig í mun til Bústaðarbyrðuna í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald