Í grein í danska Finanswatch verður varpað ljós á serligu støðuna í Betri, har nógvar kvinnur eru partur av nevndum og eru leiðandi starvsfólk.
Samrøða er gjørd við Jean Djurhuus, forstjóra í Betri Banka, um gongdina, sum er sermerkt í mun til restina av bankageiranum í kongaríkinum.
Í danska bankageiranum er óvanligt, at so nógvar kvinnur eru leiðandi starvsfólk. Bara 8 út av 58 bankum hava kvinnulig starvsfólk í leiðandi størvum tætt upp á stjórn. Í Betri Banka eru 6 út av 9 nevndarlimum kvinnur og 5 út av 7 rakstarleiðarum eru kvinnur. Umframt hetta eru stjórarnir í Betri Trygging, Betri Heim og Betri P/F kvinnur.
Jean Djurhuus, forstjóri, sigur millum annað, at breiða kynsumboðanin er gevandi, tí tað hevur við sær øðrvísi og betri kjak.
- Um ein leiðsla ella nevnd er samansett av 9 monnum á umleið 60 ár við somu útbúgving og arbeiðsroyndum, so haldi eg ikki, at kjakið verður serliga breitt, sigur Jean Djurhuus m.a. við Finanswatch.
Øll greinin kann lesast her (krevur hald).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald