Innanlands

Betri floglíkindi í dag

11 flogfør skulu eftir ætlan lenda í Vágum í dag, og trý flogfør eru lend í morgun

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-12 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur flogferðslan í Vágum verið órógvað av mjørka, men líkt er til, at flogferðslan er komin í rættlag aftur.

Trý flogfør eru lend í Vágum morgun - tvey úr Keypmannahavn og eitt úr Billund

Sambært yvirlitinum hjá Vága floghavn eru 11 komur og 10 fráferðir á skránni í dag, tó eru nakrar seinkingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder