2021-10-30 11:50

Einaferð um árið tekur stuðulsgrunnurin hjá Betri, sum eitur Betri-stuðul, støðu til umsóknir um granskingarstudning, og hesaferð hava fimm granskingarverkætlanir á Fróðskaparsetri Føroya fingið játtan um stuðul.
Talan er um umleið 1.1 millión krónur, skrivar Setrið í tíðindaskrivi.
Verkætlanirnar, sum Betri-stuðul valdi at stuðla á Setrinum í 2021, fevna um granskingarøki á Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Føroyamálsdeildini og á Námsvísindadeildini.
Verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul, eru hesar:
- “Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvnólag og ávirkan av eini tónleikauppliving”, ph.d.-verkætlan hjá Tórunn Højgaard Ósá, námslektara í sjúkrarøktarfrøði.
- “Pápar í Føroyum 2022 - ein kvantitativ kanning av støðuni hjá pápum og familjum í Føroyum”, granskingarverkætlan um pápaleiklutin í dagsins samfelag hjá Firouz Gaini, professara í antropologi.
- “Palliativ umsorgan í heiminum: Ein kvalitativ kanning í Føroyum”, ph.d.-verkætlan hjá Elsu D. Johannesen, námslektara í sjúkrarøktarfrøði
- Granskingarverkætlan um typu2-diabetes hjá May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og adjunktur í heilsuvísindum.
- Granskingarverkætlan um fleirmæli í Føroyum hjá Sissal Mariu Rasmussen, adjunkti á Námsvísindadeildini, og Hjalmari P. Petersen, professara á Føroyamálsdeildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald