Tað gongur væl í føroyska samfelagnum, og nógva virksemið sæst eisini aftur í øktum tryggingarinntøkum.
- Tryggleikin hjá kundunum og tryggleikin undir okkara virksemi hevur størsta týdningin. Tí krevst, at vit leggja niðurfyri í góðum tíðum, so vit kunnu standa trygg eisini í verri tíðum, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.
Úrslitið fyrra hálvár í 2019 vísti eitt avlop á 77,2 mió. kr. áðrenn skatt. Góða úrslitið er serliga orsakað av stórum afturføringum av skaðaavsetingum, jaligu gongdini á virðisbrævamarknaðinum og einum betri grundrakstri.
Fyrra hálvár 2019 hevur verið merkt av fleiri stórum eldsbrunum í sethúsum. Í alt vóru 5.800 skaðar, og er hetta heldur fleiri skaðahendingar enn fyrra hálvár 2018. Betri Trygging hevur goldið 91 mió. kr. til tryggingartakarar, sum hava havt skaða hetta fyrra hálvárið.
Fyrra hálvár hjá Betri Trygging í stuttum:
- Úrslitið áðrenn skatt: 77 mió. kr.
- Bruttotryggingargjøld 195 mió. kr.
- Skaðaendurgjøld tils.: 91 mió. kr.
- Tal á skaðum: 5.800
- Eginogn: 641 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald