Innanlands

Betri umstøður á havna- og vinnuøkinum í Klaksvík

- Vit hava í nógv ár erpa okkum av at vera ein fiskivinnuhøvuðstaður. Tað eru vit framvegis errin av, og tí eiga vit áhaldandi at betra umstøðurnar hjá hesari vinnuni, sigur Atli Justinussen, formaður í havna- og vinnunevndini hjá Klaksvíkar býráð

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-12-01 16:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í síðstu viku samtykti býráðið í Klaksvík fíggjarætlanina fyri 2022. Tað sum í høvuðsheitinum myndar fíggjarætlanina eru verkætlanir, sum longu eru í gongd. Býráðið hevur nevnliga eitt ynski um at hesar vera gjørdar lidnar, so tær kunnu koma borgarunum tilgóðar. Á havn- og vinnuøkinum hevur býráðið tó eisini gjørt pláss fyri øðrum arbeiði, har nevnast kann bátahylur í Árnafirði, bátaøkið á Borðoyarvík, sølutorg og bátafelagshús.

Atli S. Justinussen, formaður í havna- og vinnunevndini, sigur, at tað hevur týdning at halda gongd í góðum verkætlanum, sum t.d. Norðhavnin, sum í framtíðini verður karmur um fleiri vinnuøkir til bæði størri og minni fyritøkur. Ferð skal setast á hetta arbeiðið komandi heyst, og verður tunnilsgrótið úr tunlunum norð um fjall gagnnýtt til endamálið. Seinni verður somuleiðis møguleiki fyri at útbyggja kai síðuna norðureftir.

- Hetta er ein lutfalsliga nýggj verkætlan samanborið við arbeiðið at byggja nýggjan bátahyl í Árnafirði. Eg gleðist serstakliga nógv um, at vit í komandi ári eisini kunnu fara undir onnur arbeiðið, sum hava ligið alt ov leingi á láni.

- Brimgarðurin í Árnafirði, sum ongantíð er komin á mál, men sum farið varð undir í 70inum, verður nú endiliga tikið uppaftur. Tunnilsgrótið frá tunlinum norður um fjall er ein týðandi liður í hesum arbeiðinum og skal m.a. brúkast til brimgarðin. Hetta fer uttan iva at gera tað gott fyri bátarnar, sum liggja inni í hylinum, sigur Atli S. Justinussen.

Sølutorg og bátafelagshús

Stutt eftir at nýggja býráðið tók við, var farið undir fyrireikingararbeiði at betra umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátapláss í Klaksvík.

Atli S. Justinussen vísti tá m.a. á, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg, eitt alment WC og at betra um umstøðurnar hjá bátaeigarunum við m.a. einum bátafelagshúsi. Í komandi fíggjarárið verða fyrstu pengarnir settir av til fyrireiking av hesum arbeiðinum. Somuleiðis verður farið undir at reinsa botnin á Vágni, soleiðis at vinnufyritøkur í Klaksvík framhaldandi kunnu bjóða skipum og øðrum vitjandi eina góða tænastu.

- Vit hava í nógv ár erpa okkum av at vera ein fiskivinnuhøvuðstaður. Tað eru vit framvegis errin av, og tí eiga vit áhaldandi at betra umstøðurnar hjá hesari vinnuni. Bæði størri og minni aktørum. Tí hava vit eisini valt at raðfesta eitt øki á góðar 3000 fermetrar sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík, har tað skal bera til at taka bátar upp til umvæling. Og sum nakað heilt nýtt, so er ætlanin eisini at gera eitt vaskipláss til lastbilar í kommununi, sigur Atli S. Justinussen.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder