Innanlands

Betri umstøður ávegis í Eikilund

Vágs Býráð samtykti í gjár at keypa húsini eystanfyri dagstovnin. Plásstrot hevur verið í fleiri ár, og býráðið ynskir, at tær barnafamiljur til Vágs skulu hava gott pláss til síni børn

Staðfest verður, at um kommunan bjóðar nýggjum familjum vælkomin til Vágs, er neyðugt at vit hava ansingarpláss til øll børn, á einum góðum og tryggum stovni

Staðfest verður, at um kommunan bjóðar nýggjum familjum vælkomin til Vágs, er neyðugt at vit hava ansingarpláss til øll børn, á einum góðum og tryggum stovni

2022-05-05 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nógv ár hevur Eikilund havt plásstrot, serliga í barnagarðinum. Hetta kemur av, at tað flyta fleiri barnafamiljur til Vágs, við børnum sum hava aldur til barnagarð.

Vágs Býráð ynskir at betra um umstøðurnar og samtykti í gjárkvøldið at keypa húsini eystanfyri Eikilund. Hesi hús hava verið brúkt sum barnagarður, áðrenn "nýggja Eikilundin" varð bygt.

- Við nýggja húsinum fær barnagarðurin nógvar nýggjar hølismøguleikar bæði til børnini og starvsfólki, og av tí at báðir býlingarnar eru so tætt saman, opna vit fyri góðum møguleikum til framtíðar útbygging av bæði barnagarðinum og ikki minst økinum rundan um barnagarðin

Hetta sigur Levi Mørk, formaður fyri Barna og ungdómsnevndina hjá Vágs kommunu, við vagur.fo.

Staðfest verður, at um kommunan bjóðar nýggjum familjum vælkomin til Vágs, er neyðugt at vit hava ansingarpláss til øll børn, á einum góðum og tryggum stovni.

Tað er ymiskt, ið skal gerast við húsini, ið nú verða knýtt at Eikilund, áðrenn tey kunnu takast í brúk. Væntandi verða tey klár at taka í brúk fyrst í komandi ár.

[object Object]
Mynd: vagur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder