Innanlands

Betri umstøður til tónleikarar

Í Tórsgøtu hava tey sett tvey venjingarhøli í stand, og til ber at leiga hesi høli

(Mynd: Reinsaríið)

(Mynd: Reinsaríið)

2020-02-03 19:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er ikki bara sól og summar, sum er ein mangulvøra í Føroyum fyrst í 2020. Venjingarhøli hava eisini verið ein mangulvøra í longri tíð, men nú hómast tvær sólstrálur mitt í hjartanum í Tórshavn.

Nú eru tvey venjingarhøli sett í stand, so talan er um tvey heimlig og modernaði venjingarhøli. Felagsnevnarin fyri hølini er,  at tey eru útgjørd við trummum, forsterkarum, mikrofonum og sanganleggi. Hetta merkir, at tónleikarar sleppa undan at sleipa tungar forsterkarar aftur og fram, tí alt er longu á staðnum.

[object Object](Mynd: Reinsaríið)

Stigtakarar hava tikið hædd fyri ljóði, útgerð og at tónleikarar skulu kenna seg heima í hølunum.

Hølini eru innrættaði soleiðis, at tú skalt føla teg sum heima. Og her er tað eisini í fínasta lagi, um tú skrúvar upp fyri tónleikinum, tí her kanst tú larma so galið tú vilt, siga stigtakararnir.

Tá tú hevur vant eina løtu, og svongdin byrjar spæla inn, so eru góð ráð bílig, tí tá tú leigar venjingarhølið, so hevur tú eisini atgongd til køkin í Perluni. Í fall, at tankin um matgerð ikki tiltalar teg, so finnast óteljandi matstovur fá fet frá hølinum, siga stigtakararnir at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder