Innanlands

Betri vatnveiting á Kommansmýru

Seks kilometrar av teimum skrásettu rørunum í Tórshavnar kommunu eru av slíkari góðsku, ið Vatnverkið metir sum ringa ella sera ringa. Endurnýggingararbeiðið er farið í gongd, men tað er krevjandi, kostnaðarmikið og órógvandi.

Gomlu vatnrørini á Vípuvegi seinastu tíðina eru skift út við nýggj rør úr plasti (Mynd: torshavn.fo)

Gomlu vatnrørini á Vípuvegi seinastu tíðina eru skift út við nýggj rør úr plasti (Mynd: torshavn.fo)

2026-10-21 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru skrásettir umleið 320 kilometrar av vatnleiðingum í Tórshavnar kommunu. Men ikki øll rørini eru í serliga góðum standi:

- Her av eru umleið 6 km av rørum av eini góðsku, ið Vatnverkið metir sum ringa ella sera ringa. Tí hevur kommunan raðfest at endurnýggja hesar leiðingar.

Hetta skrivar torshavn.fo.

Orsakað av støðuni er Tórshavnar kommuna farin undir miðvíst at endurnýggja vatnleiðingarnar, har sum avbjóðingin við vánaligum rørum er størst. Her var Kommansmýra eitt av støðunum, har støðan var ringast

Tískil eru gomlu vatnrørini á Vípuvegi seinastu tíðina skift út við nýggj rør úr plasti.

[object Object]

[object Object]
Mynd: torshavn.fo

Við hesum er øll vatnleiðingin á Kommansmýru dagførd. Hetta gevur íbúgvunum í grannalagnum eina nógv betri vatnveiting við betri góðsku.

Tórshavnar kommuna staðfestir, at talan er um eitt sera krevjandi arbeiði, ið kann órógva ferðsluna, tí vegir og gongubreytir skulu gravast upp. Arbeiðið tekur eisini nógva tíð og er kostnaðarmikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder