Mentan

Betty White farin, 99 ára gomul

Vælumtókta amerikanska sjónleikarakvinnan og sjónvarpsverturin andaðist fríggjadagin, bert 18 dagar áðrenn hon átti at hava fylt 100 ár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-01 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska sjónleikarakvinnan og sjónvarpsverturin Betty White, andaðist fríggjadagin 31. desember, 99 ára gomul. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

Vælumtókta sjónleikarakvinnan, sum var 18 dagar frá at fylla 100 ár, hevði eina langa yrkisleið, sum strekti seg yvir heili átta áratíggju.

Sambært miðlinum TMZ andaðist hon í heimi sínum í Los Angeles av nátúrligum ávum, og stríddist hon ikki við nakrari sjúku.

Betty White er helst mest kend í USA frá sjónvarpsrøðum sum "The Mary Tyler Moore Show" (1970-1977) og "The Golden Girls" (1985-1992). Eisini spældi hon við í seinasta umfari av skemtirøðini "Hot in Cleveland" í 2014.

Hon er gjøgnum tíðina vorðin heiðrað við fleiri Emmy-virðislønum umframt fleiri øðrum virðislønum. Í sambandi við Emmy-virðislønahandanina í 2018, varð hon eisini heiðrað fyri sína langu yrkisleið.

Hon byrjaði sína yrkisleið við útvarpi í 1930unum, og í 1939 var hon fyrstu ferð í sjónvarpinum, har hon sang á einari sjónvarpsrás í Los Angeles. Sum árini gingu, bleiv hon eitt alsamt meira kent andlit á sjónvarpsskíggjanum í USA, men tað var ikki fyrr enn "The Mary Tyler Moore Show", at hon av álvara gjørdist kend.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder