2022-10-04 21:17

Herfyri vórðu nýggj gøtuljós sett upp á Tvørávegi á Tvøroyri. Tað skrivar Tvøroyrar kommuna í dag.
Gøtuljósini eru av slagnum Sky Park og eru tey orkusparandi LED-ljós.
Gøtuljósini eru ein liður í ætlanunum um at fríðka um býin og sigast má, at hesi eru væl prýðiligari enn tey, ið vóru áðrenn. Tey lýsa eisini væl upp, samstundis sum tey eru vøkur á at líta, sigur kommunan.
Ætlanin er at seta fleiri upp í býarmyndini næstu tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald