Ein av best umtóktu sjónvarpsrøðum nakrantíð er Beverly Hills 90210. Sendirøðin hevði sína stórheitstíð í 1990’unum. Fyrsti partur av røðini varð vístur tann 4. oktober 1990 og seinasti parturin varð vístur tann 17. maj 2000.
Nógv eru sum brúktu sínar seinnapartar í 90’unum við at hyggja eftir Brenda Walsh, Brandon Walsh, Kelly Taylor, Steve Sanders, Donna Martin, David Silver, Andrea Zuckerman og Dylan McKay. Og nú hava tey aftur møguleikan at síggja tey kendu andlitini.
Allir upprunaligu sjónleikararnir í sendirøðini eru við í nýggjari útgávu av gomlu sendirøðini. Allir uttan ein.
Dylan McKay, sum varð spældur av Luke Perry, verður ikki við. Tá tey av fyrstani tíð byrjaðu at tosa um at endurskapa sendirøðina, var ikki vist um Perry fekk verið við, tí at hann spældi við í sendirøðini Riverdale. Men síðani tá andaðist Luke Perry 52 ára gamal.
Nýggja sendirøðin verður fyrstu ferð send 7, august 2019, og veðrur seks partar long.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald