Uttanlands

Beverly Hills setur forboð móti sølu av tubbaki

Hetta er fyrsti býurin í USA, sum steðgar søluni

2019-06-05 09:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Beverly Hill hevur sum tann fyrsti býurin í USA viðtikið, at øll søla av tubbaki í býnum skal steðgast.

Býráðið samtykti í gjár, at søla av sigarettum, sigarum, e-sigarettum og øðrum tubbaksvørum steðgar frá 2021. Forboðið er galdandi fyri kioskir, stórhandlar og bensinstøðir.

Hotell fáa undantak at selja tubbak, tí at ferðafólk skulu hava møguleika at roykja. Gistingarfólk kunnu fáa sigarettir og aðrar tubbaksvørur sendar á kamarið, men skulu tó útum at roykja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder