Mentan

Beyoncé metnógvar Grammy-tilnevningar

Amerikanska songkvinnan er í uppskoti til 11 virðislønir í 2025, og tilsamans hevur hon nú fingið 99 tilnevningar, fleiri enn nakar annar

Beyoncé hevur nú verið í uppskoti til 99 Grammy-virðislønir, harav hon hevur vunnið 32 (Mynd: EPA)

Beyoncé hevur nú verið í uppskoti til 99 Grammy-virðislønir, harav hon hevur vunnið 32 (Mynd: EPA)

2024-11-09 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2. februar verða Gramma-virðislønirnar fyri 2025 handaðar í Los Angeles, og fríggjadagin varð almannakunngjørt, hvørji eru í uppskoti hesa ferð, og amerikanska songkvinnan Beyoncé er í uppskoti til heilar 11 virðislønir, fleiri enn nakar annar.

Við hesum 11 tilnevningunum er hon eisini vorðin tann, sum hevur fingið flestar tilnevningar yvirhøvur. Frammanundan deildust hon og maður hennara, Jay-Z um fyrstaplássið við 88 tilnevningum í part, men við nú 99 tilnevningum hevur Beyoncé nú yvirhálað mann sín.

Beyoncé eigur eisini metið fyri flestar Grammy-virðislønir. Av teimum hevur hon nevniliga vunnið 32.

Beyoncé er m.a. tilnevnt í fýra Country-flokkum fyri country útgávu sína "Cowboy Carter", og lagið "Texas Hold Em" er m.a. í uppskoti til at vinna "Árins lag", eins og nýggja Beatles-lagið "Now and Then", sum varð givið út fyri einum ári síðani.

Fýra onnur - Billie Eilish, Charli XCX, Kendrick Lamar, og Post Malone - hava sjey tilnevningar í part.

Her sæst, hvørji eru í uppskotið til Grammy-virðislønirnar í februar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder