Ferðsluljósini við vegamótið Hvítanesvegur og Eystari Ringvegur vórðu tikin í nýtslu fyri meira enn einum árum síðani - hetta var beint fyri ólavsøku í fjør. Hetta kom, eftir at Tórshavnar Kommuna í fleiri ár hevði arbeitt við at finna eina loysn á trupulleikunum á vegamótinum Hvítanesvegur - Eystari Ringvegur.
Sambært kommununi var endamálið við ferðsluljósunum at lætta um ferðslutrupuleikarnar, sum eru við hetta vegamótið; serliga á morgni og seint seinnapartin. Men seinni parturin av hesum arbeiði – at breiðka vegirnar – er núststaðni gjørdur.
(Talan er um eitt øki við nógvar ferðlsu - Mynd: Tórshavnar Kommuna)
Tórshavnar Kommuna ætlaði at fáa hetta arbeiðið liðugt til ólavsøku, men orsakað av troti av asfalti verður arbeiðið ikki liðugt fyrrenn seinni í august.
Kantsteinar verða eisini lagdir, og bæði gongu- og súkklubreyt verða í nýggju høgrasvingsbreytini, sum fer frá ringvegnum yvir í Hvítanesvegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald