Nakrar av fyritøkunum sum hava gjørt arbeiði fyri Landsverk í sambandi við skúlabyggingina í Marknagili, bíða enn eftir pengum.
Tað visti Dagur & vika at siga í gjárkvøldið. Fyritøkurnar eru farnar at ótolnast, og sambært Kringvarpinum er talan um eitt stað millum 10 og 20 milliónir krónur samanlagt.
Onkur fyritøka sigur seg kenna seg kroysta, og umhugsar at fara víðari við málinum, tí mett verður at talan er um sáttmálabrot.
Landsverk viðger hvørji útgjøld fyritøkurnar hava rætt til, men viðgongur at tað hevur tikið ov langa tíð. Jón Sólsker, deildarleiðari hjá byggideildini á Landsverki, viðgongur at tað hevur tikið ov langa tíð.
Hann skilir, at fyritøkurnar eru ørkymlaðar, men vónar, at fyritøkurnar og Landsverk kunnu finna eina loysn saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald