![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Frá í dag at rokna skulu øll ferðandi, sum koma til Føroya, undantikið børn undir 12 ár, kannast fyri korona. Hesum hevur Landsstýrið boðað frá.
Men sambært Kringvarpinum, er heimildin enn ikki komin uppá pláss.
Heilsumálaráðið hevu gjørt avtalu við smápartafelagið Thetis, sum skal standa fyri kanningunum. Í hesum sambandi er tað eisini Thetis, sum viðger persónsupplýsingar vegna Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu. Fyri hetta krevst góðkenning frá Dátueftirlitinum, og ta góðkenningina bíða tey framvegis eftir.
Fyrsta flogfarið í dag, sum er úr Keypmannahavn, lendir væntandi í Vágum beint fyri klokkan tvey
– Uttan góðkenning geri eg einki. Tá verður tað í besta føri eitt sjálvboðið tilboð til tey ferðandi at lata seg kanna fyri korona, sigur Pál Weihe.
Les eisini: Leiðreglurnar fyri ferðandi broyttar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald