Niðurteljingin til nógv umrødda forsetavalið í USA er av álvara byrjað. Týsdagin 5. november skulu allar milliónirnar til mongu valstøðini.
Stríðið um atkvøðurnar er hart, og tað er sum vanligt ein bonskur orðaleikur. Hann harðnar eisini, sum tíðin styttist. Demokratar og republikararar, Donald Trump, Kamala Harris og stuðlar teirra, "skjóta" nógv eftir hvørjum øðrum.
Sitandi forseti, sum Kamala Harris avloysti sum valevni hjá demokratunum í summar, hevði í gjár eini greið boð.
Á einum Trump-veljarafundi í vikuni skýrdi skemtarin Tony Hinchcliffe Puerto Rico at vera "eina oyggj av skrelli".
Hetta var gjørt hálvgum skemtandi, men í sambandi við tos um tilflyting - tað koma nógv fólk úr Puerto Rico, sum seta seg niður í USA. Júst viðvíkjandi tilflyting og flóttafólk vil Donald Trump hava eina harða linju.
Nógvar atfinningar hava verið móti Tony Hinchcliffe. Og heilt á hægstu tindunum verður útsøgnin tikin fram - og vent móti valevninum sum skemtarin stuðlar.
- Tað einasta skrellið, sum eg síggi flóta, er tað hjá hansara fjepparum/stuðlum.
Hetta segði Joe Biden í videobroti í gjár. Ein ógvuslig útsøgn - sum Hvíta Húsið eisini hevur roynt at "broytt" og víst á, at tað ikki var hetta, sum forsetin meinti.
- Supporter’s” rather than “supporters". Soleiðis skrivar apnews.com eftir útsøgn frá umsitingini hjá Bide.
Also; talsfólk hjá Hvíta Húsinum vísa á, at Joe Biden meinti við tann eina stuðulin - skemtaran Tony Hinchcliffe - og ikki allan tann stóra veljaraskarin. Um hetta "bert" er ein roynd at bjarga støðuni ella beinleiðis í tráð við sannleikin, ber tikki til at siga. Í øllum førum er greitt, at tað er kalt millum partarnar áðrenn stóru avgerðina í næstu vikuna.
Kamala Harris og Joe Biden (Savnsmynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald