Uttanlands

Biden: - Rakettin móti sjúkrahúsinum kom ikki úr Ísrael

Ísreelski herurin sigur, at tað var ein rakett hjá Islamiskum Jihad, sum av misgávum rakti sjúkrahúsið í Gaza býi. Hetta verður afturvíst av palestinum

Joe Biden á tíðindafundi í Ísrael í dag (Mynd: EPA)

Joe Biden á tíðindafundi í Ísrael í dag (Mynd: EPA)

2023-10-18 15:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sum í dag er á almennari vitjan hjá Benjamin Netanyahu í Ísrael, vísir í dag aftur, at tað var Ísrael, sum stóð aftan fyri rakettálopið á eitt sjúkrahús í Gaza býi í gjárkvøldið.

Tað segði hann á einum tíðindafundi í dag.

- Út frá tí eg havi sæð, bendir alt á, at tað vóru onnur og ikki tit, ið vóru orsøkin til spreingingina, segði Biden á tíðindafundinum, sum tó legði afturat, at tað enn er óvist hvat tað var, sum hendi.

Ísraelskar keldur siga, at talan var ein rakett hjá Islamiskum Jihad, sum av misgáum rakti sjúkrahúsið.

Eitt umboð fyri herin í Ísrael legði í dag fram fylgisveinamyndir, sum sambært Ísrael vísa, at talan var um eitt mistak. Hesum hevur Islamisk Jihad víst aftur.

Talið av deyðum eftir spreingingina í Al-Ahli sjúkrahúsinum er nú komið upp á 471, upplýsa palestinsku heildumyndugleikarnir í Gaza. Hartil hava minst 314 fólk fingið skaða, skrivar BBC. 

[object Object]
Tey flyta deyðar kroppar frá sjúkrahúsinum upp í lastbilar (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder