Amerikanski forsetin Joe Biden, er elsti amerikanski forsetin nakrantíð, og tí hevur ivi verið sáddur um, hvørt hann fer at stilla uppaftur til næsta forsetaval. Men sambært forsetanum sjálvum, er tað nakað, hann ynskir at gera.
Biden hevur áður sagt, at hann ynskir at stilla uppaftur, og í januar segði hann, at tað aftur skuldi vera við Kamala Harris sum varaforsetavalevni. Men enn hevur hann ikki boðað frá, at hann heilt vist fer at stilla uppaftur, og í september segði hann, at tað var ov tíðliga at siga nakað, og at avgerðin enn ikki var tikin.
Í samrøðu við MSNBC fríggjadagin, sum Ritzau endurgevur, segði Biden, at hann ikki hevur tikið eina formliga avgerð, men at hann ætlar at stilla uppaftur í 2024, og at forsetafrúan, Jill Biden, stuðlar honum í hesum.
– Kona mín heldur, at tað, vit gera er sera týdningarmikið, og eigi eg ikki at fara frá, sigur hann.
Biden var 78 ár, tá hann flutti inn í Hvítu Húsuni í januar 2021, og sleppur hann at sita eitt valskeið afturat, verður hann 86 ár, tá hann fer frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald