Uttanlands

Biden: Amerikanarar fáa 1.400 dollarar afturat og minstalønin hækkar til 15 dollarar

Í ætlanini American Rescue Plan hjá komandi amerikanska forsetanum er peningur eisini settur av til meira koppseting og at fáa børn í skúla aftur

Joe Biden tekur við sum forseti mikudagin í komandi viku (Mynd: EPA)

Joe Biden tekur við sum forseti mikudagin í komandi viku (Mynd: EPA)

2021-01-15 09:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi amerikanski forsetin, Joe Biden, ætlar at hækka minstalønina til 15 dollarar. Eisini ætlar hann at geva flestu amerikanarum 1.400 dollarar.

Tær 1.400 dollararnar skulu koma afturat teimum 600 dollarunum, sum Kongressin samtykti at geva amerikanarum í fíggjarligum stuðli í desember, so samlaða upphæddin verður 2.000 dollarar (gott 12.000 í okkara krónum).

Tað upplýsa umboðsfólk hjá Biden sambært tíðindastovuni AFP.

Hetta er partur av stórari fíggjarligari stuðulsætlan, sum skal fáa gongd aftur á amerikanska búskapin eftir koronakreppuna.

Hvussu stórur partur av fólkinum kunnu fáa part av stuðlinum er ikki upplýst, men tá upphæddin á 600 dollarar varð samtykt, var hetta galdandi fyri amerikanarar við einari ársinntøku á 75.000 dollarar ella minni.

Ein annar partur av ætlanini, sum hevur fingið heitið American Rescue Plan, er at hækka minstalønina til 15 dollarar um tíman.

Hjálparpakkin, sum Joe Biden ætlar at fáa ígjøgnum hevur eitt samlað virði á 1.900 mia. dollarar (11.700 mia. krónur).

Í ætlanini eru 160 mia. dollarar eisini settir av til eina koppsetingarætlan, og 170 mia. dollarar eru settir av til at syrgja fyri, at børn og ung upp til 8. flokk kunnu sleppa í skúla aftur innanfyri fyrstu 100 dagarnar av forsetatíðini hjá Biden.

Biden tekur við sum forseti mikudagin, og ætlar hann sær umgangandi at arbeiða við hesum saman við Kongressini.

Bæði formaðurin fyri Umboðsmannatingið, demokraturin Nancy Pelosi, og Chuck Schumer, demokratiskur leiðari í Senatinum, siga, sambært Ritzau, at ætlanin hjá Biden er tann rætta.

placeholder
placeholder