Valdysturin í USA harðnar alsamt, men seint í kvøld okkara tíð, rakti nakað heilt annað álvarsamt og óvæntað.
Donald Trump stóð á talarastóli til ein veljarafund í Pennsylvania, tá fleiri skot fullu.
Les eisini: Skottilburður á veljarafundi hjá Trump
Tað eru fleiri ting, ið eru óviss, nú klokkan næstan er tvey her og 20.58 lokala tíð. Nøkur viðurskifti kunnu tó váttast. Tað var týðiligt, at forsetavalevnið tók sær til høgra oyra, at blóð síðani kom harfrá, og at Trump fór beint undir talarastólin fyri síðani at verða leiddur inn í ein bil og av staðnum.
Tað er eisini greitt, at brotsgerðarmaðurin við riffluni er deyður. Secret Service tók lívið av honum, men áðrenn drap skjúttin ein persón í mannamúgvuni. Ein annar persónur er álvarsliga løstaður av støðuni.
Eftir øllum at døma ein morðroynd móti fyrrverandi amerikanska forsetanum og republikanska forsetavalevninum stutt áðrenn midnátt føroyska tíð (Myndir: EPA)
Álvarsama støðan hevur sjálvsagt elvt til skelk í serliga USA, og fleiri hava sagt sína meining um skottilburðin. Ein er ein annar fyrrverandi forseti, Barack Obama, ið fordømir atgerðina og ynskir Donald Trump alt tað besta á sosialu miðlunum.
Forsetavalevnið hjá republikanarunum er nógv umrøddur, og heilt nógv hata Trump og óttast hansara ávirkan. Tó hava mótsstøðufólk eftir støðuna ynskt honum tað besta - millum annað mótvalevnið.
- Tíbetur tykiskt hann at hava tað gott, og vónandi fái eg tosað við hann skjótast gjørligt. Eg biði fyri honum og familju hansara.
Hetta sigur Joe Biden í stuttari almennari viðmerking í sjónvarpi í nátt. Forsetin slær fast, at hetta er "sjúkt", og at slíkt ikki burdi hent í USA. Hendingin fór fram í heimstatinum hjá Biden.
Kappingarneytin hjá Donald Trump váttar, at hann fyrbils heldur ein steðg í forsetastríðnum, meðan Trump roynir at koma fyri seg. Hetta inniber millum annað, at sjónvarpslýsingar fyri Biden ikki verða spældar. Tónin millum Trump og Biden kann ikki skýrast sum bleytur, men hetta er nakað annað enn poltisk kjak og ósemja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald