Uttanlands

Biden: Eg vil sameina USA

Mánadagin ætlar Joe Biden at seta eitt toymi av serfrøðingum, sum skulu hjálpa honum at leggja eina ætlan fyri, hvussu tamarhald kann fáast á covid-19 støðuna í landinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-08 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt okkara tíð helt Joe Biden sína fyrstu røðu, eftir at hann varð valdur til forseta.

Eins og undanfarna nátt var boðskapur hansara, at hann ynskti at sameina tjóðina, og stríðast fyri øll, óansæð um tey hava valt hann ella ikki. M.a. kom hann við hesum boðunum til stuðulsfólkini hjá sitandi forseta, Donald Trump.

– Eg skilji væl, at tit eru vónsvikin í kvøld. Eg havi sjálvur tapt fleiri val. Men latum okkum nú geva hvørjum øðrum ein kjans. Tað er uppá tíðina at beina tann harðliga retorikkin burtur, segði hann.

Biden minti eisini enn einaferð fólkið á, at mótstøðufólk ikki eru fíggindar.

– Fyri at gera framstig mugu vit steðga við at fara við mótstøðufólkum okkara sum eru tey okkara fíggindar. Vit eru ikki fíggindar. Vit er amerikanarar, segði hann.

Sambært Biden, er tað fyrsta hann ætlar sær at arbeiða fyri sum forseti at fáa tamarhald á covid-19 støðuna í landinum. Mánadagin ætlar hann sær at seta eitt toymi av serfrøðingum og náttúruvísindafólkum, sum skulu hjálpa honum og Kamalu Harris at leggja eina ætlan fyri hesum, segði hann.

Arbeiðið fer í gongd so skjótt hann er svórin inn 20. januar 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder