Uttanlands

Biden eisini á odda í Pennsylvania

Hann hevur góðar 5.600 atkvøður fleiri enn Trump, og 98 prosent av atkvøðunum eru taldar – Í Georgia og Nevada er Biden enn á odda, men Trump liggur greitt frammanfyri í North Carolina

Joe Biden (Mynd: EPA)

Joe Biden (Mynd: EPA)

2020-11-06 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Joe Biden er nú eisini frammanfyri Donald Trump í statinum Pennsylvania, har 20 valmenn eru uppá spæl.

Sambært tíðindastovuni AP er hann í skrivandi stund frammanfyri við góðum 5.600 atkvøðum. Mett verður, at 98 prosent av atkvøðunum eru taldar.

Í Georgia er Biden framvegis frammanfyri við 1.096 atkvøðum, og í Nevada er hann 11.500 atkvøður frammanfyri republikanska forsetanum. Mett verður, at 84 prosent av atkvøðunum eru taldar upp.

Í statinum North Carolina er tað tó Trump, sum er á odda við 76.500 atkvøðum. Har verður mett, at 94 prosent av atkvøðunum eru taldar upp. Men hesin staturin loyvir tó, sambært DR, brævatkvøður heilt fram til 12. november, um tær eru sendar í seinasta lagi á valdegnum. Tí kunnu fleiri dagar ganga, áðrenn úrslitið úr North Carolina er klárt.

Sambært tíðindastovuni AP hevur Biden í løtuni 264 valmenn, sum er íroknað 11 úr statinum Arizona. Tað eru tó ikki allir miðlar, ið hava útnevnt Biden til vinnara av Arizona, har Biden er á odda við 47.000 atkvøðum. 90 prosent av atkvøðunum eru taldar.

Donald Trump hevur 214 valmenn, og er neyðugt hjá honum at vinna í øllum teimum statunum, sum eftir eru, um hann skal gera sær nakrar vónir um at fáa fýra ár afturat í forsetaembætinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder