Demokratiska forsetavalevni fer nú klokkan 05.30 føroyska tíð, ella nakað eftir tað, at at tosa til amerikanska fólki.
Hetta skriva amerikansk tíðiandafólk á Twitter.
Tað verður frá sínum heimi í Wilmington í statinum Delaware, ið er ein av statinum, sum Biden hevur vunnið. Tað er heldur óvæntað, at eitt av valevnunum tosar til fólki, tá valúrslitið er so óvist
Joe Biden er í løtuni frammanfyri við 78 valmonnum og manglar 47 fyri at tryggja sær sigurin. Tað er tó Donald Trump, ið liggur til at vinna í allarflestu statunum, ið eru eftir at telja heilt upp. Í leguni hjá Trump tykjast tey vera vís í, at sigurin fer at koma í hús
Tað sær út til at fara at vera sera tætt, og spurningurin um hvør skal vera forseti í USA verður møguilga ikki svaraður fyrrenn seint í dag ella seinni í vikuni. Úrslitið frá 10 statum manglar.
Les eisini: Eingin avgerð fallin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald