Uttanlands

Biden fer at vitja vanlukkustaðið í Florida

Í farnu viku rapaði ein íbúðarbygningur í Florida – Talið á deyðum er nú komið upp á 12, og 149 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-30 12:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, eina viku eftir, at ein íbúðarbygningur rapaði í Florida, fer amerikanski forsetin Joe Biden at vitja vanlukkustaðið. Tað upplýsa Hvítu Húsuni.

Bjargingararbeiðið heldur fram, og talið á deyðum, sum eru funnin í toftunum, er nú komið upp á 12, og 149 fólk eru enn ikki komin afturíaftur, skrivar CNN.

Joe Biden fer saman við forsetafrúuni, Jill Biden at vitja vanlukkustaðið í morgin fyri at tryggja sær, at bjargingarfólkini og lokalu myndugleikarnir hava alt tað, tey hava brúk fyri. Eisini fara forsetahjúnini at hitta familjur, sum eru ávirkaðar av vanlukkuni.

Sambært Ritzau arbeiða 210 bjargingarfólk í løtuni á staðnum. Lokala bjargingarfelagið fær stuðul úr øðrum statum, umframt at tey fáa stuðul aðrastaðni frá.

Bygningurin hevði 12 hæddir við tilsamans 130 íbúðum, og var yvir 40 ára gamal. Enn er ikki heilt greitt, hví partar av bygninginum rapaði, men ein frágreiðing frá 2018 ávaraði um eitt álvarsamant brek í sambandi við byggingini, og varð mælt til at gera fleiri ábøtur.

Myndugleikarnir í økinum hava boðað frá, at teir komandi mánaðin fara at kanna allar bygningar, sum eru meira enn 40 ára gamlir.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir av bygninginum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder