Uttanlands

Biden fer í kvøld at geva boð um nýta munnbind

Hetta verður galdandi í øllum ríkisbygningum og økjum og fyri øll í almennum starvi

Joe Biden, ið her verður koppsettur fyri COVID-19, ætlar at koyra eina harðari linju í stríðnum móti koronu. Hann kann tó ikki krevja, at øll skulu ganga við munnbindi (Mynd: EPA)

Joe Biden, ið her verður koppsettur fyri COVID-19, ætlar at koyra eina harðari linju í stríðnum móti koronu. Hann kann tó ikki krevja, at øll skulu ganga við munnbindi (Mynd: EPA)

2021-01-20 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koronastøðan í USA fylti nógv í valdystinum millum Donald Trump og Joe Biden í heyst. Fráfarandi forsetin var fyri nógvum atfinningum fyri handfaringina av farsóttini í USA, og tað kostaði honum helst valdagin.

Joe Biden og demokratarnir hava tosa nógv meira um eina harðari linju, sum skal nýtast fyri at niðurberja virusið, og nú er greitt, at fyrsti sonevndi "executive order" hjá forsetanum snýr seg um munnbind. 

Jeff Zients, ið skipar stríðið hjá Biden-fyrisitingini móti koronu, avdúkaði hetta á tíðindafundi í dag. Hann greiddi frá, at hesi boðini frá nýggja forsetanum verða galdandi í øllum ríkisbygningum, á økjum ið ríkið eigur, og fyri øllum í almennum starvi - tey sum arbeiða fyri ríkið/statin.

78-ára gamli demokraturin fer at skriva undir í kvøld, og hann fer eisini komandi tíðina at hava eina herferð koyrandi, ið snýr seg um, at fáa amerikanarar at síggja hvussu týðandi tað er at nýta munnbind. Tað verður eitt ein sonevnd maskuavbjóðing.

Møguleiki er ikki hjá forsetanum at seta krav fram um, at munnbind skal nýtast allastaðni og av øllum, men amerikanskir miðlar skriva, at fyrisitingin fer staðiliga at mæla til, at guvenørar og aðrir myndugleikar í ymsu statunum seta fram krøv um nýstlu av tí.

USA hevur nógv flestar staðfestar koronatilburðir í heiminum.

Í løtuni er Donald Trump á veg út úr Hvítu Húsinum fyri seinastu ferð. Joe Biden verður svorin í eið sum forseti nummar 46 í USA seint seinnapartin.

Les eisini: Í dag verðu Biden innsettur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder