Uttanlands

Biden fer til Saudiarabia

– Eg veit, at har eru nógv, sum ikki taka undir við avgerð mínari um at ferðast til Saudiarabia, sigur amerikanski forsetin, sum í næstum fer á rundferð í Miðeystri

Amerikanski forsetin, Joe Biden fer í næstum á rundferð í Miðeystri. Ferðin byrjar í Ísrael í vikuni (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden fer í næstum á rundferð í Miðeystri. Ferðin byrjar í Ísrael í vikuni (Mynd: EPA)

2022-07-11 15:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í næstum fer amerikanski forsetin, Joe Biden at vitja Saudiarabia, og sigur hann seg ynskja at styrkja strategiska samstarvið millum USA og Saudiarabia.

– Eg veit, at har eru nógv, sum ikki taka undir við avgerð mínari um at ferðast til Saudiarabia, sigur hann sambært Ritzau.

– Men mann kennir mína hugsan um frælsi og mannarættindi, og eg haldi fast í grundleggjandi amerikansku virðunum, tá eg vil styrkja okkara strategiska samstarv við Saudiarabia.

Vitjanin til Saudiarabia er partur av einari rundferð í Miðeystri, sum Biden fer undir í vikuni. Fyrst verður farið til Ísrael í døgunum 13. til 16. juli.

Í Saudiarabia skal Biden m.a. hitta saudiarabiska krúnprinsin, Muhammed bin Salman í høvuðsstaðnum Riyadh. Muhammed bin Salman er settur í samband við drápið á tíðindamannin Jamal Khashoggi á saudiarabiska konsulátinum í Turkalandi í 2018. Krúnprinsurin er lagdur undir at hava givið boðini um at drepa Khashoggi.

Á vitjan sínari í Saudiarabia væntast Biden at leggja trýst á Saudiarabia fyri at fáa tey at økja um oljuframleiðsluna, og á tann hátt hjálpa við at fáa oljuprísirnir og inflatiónina niður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder