Nú um dagarnar vóru millum kendastu listafólkini í USA gestir í Hvítu Húsunum. Hetta var í sambandi við, at Joe Biden forseti lat heiðurstekin til fleiri kend listafólk fyri teirra list. Millum listafólkini var kendi tónlistamaðurin Bruce Springsteen.
Har var somuleiðis eisini rithøvundin Colson Whitehead. -Vit eru ein tjóð, ein mæt tjóð, tí vit hava fostrað so mong listafólk og onnur fólk, ið hava gingið undan til frama fyri okkara virðum, segði Biden undir hátíðarhaldinum seinasta týsdag skrivar The Washington Post.
Hátíðarhaldið umboðaði heiðurshandaninar “2021 National Medals of Arts” og “2021 National Humanities Medals.” Kendi og vælumtókti sangarin Bruce Springsteen fekk handað heiðursmedaljuna “National Medal of Arts”
Undir handanini segði Biden forseti, sum annars er ein av teimum, sum hámetir tónleikin hjá Springsteen, m.a. at hann er ein “chronicler of American life and resilience and hope and dreams.”
Hann vísti eisini á sera longu songkarieruna hjá listamanninum, sum m.a. hevði havt 3000 konsertir kring heimin. “Bruce, some people are just born to run, man,” segði Biden og vísti til ein av mest kendu songunum hjá Springsteen.
Enn ein heimskendur sangari, Elton John, sum Biden heldur nógv av, fekk heiðurstekin frá forsetanum í 2021.
Kelda The Washington Post
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald