Uttanlands

Biden: Hægstirætturin skal ikki taka okkara frælsi

Amerikanski forsetin, Joe Biden skrivaði í gjár undir eina løgskipan, sum m.a. skal verja kvinnur, sum ferðast millum statir at fáa sær fosturtøku

Amerikanski forsetin, Joe Biden sigur, at einki tamarhald er á hægstarættinum (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden sigur, at einki tamarhald er á hægstarættinum (Mynd: EPA)

2022-07-09 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein hægstirættur, sum einki tamarhald er á, skal ikki sleppa at taka frælsið frá amerikanarum, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, sum í gjár undirskrivaði eina løgskipan um fosturtøkurættindi.

Løgskipanin er m.a. ein áminning til amerikanska heilsumálaráðið um, at tað eigur at verja atgongdina til heilivág, sum verður brúkt til sonevndar medisinskar fosturtøkur.

Eisini skal skipanin verja kvinnur, sum koma í vanda fyri at verða revsaðar fyri at ferðast millum statir at fáa sær fosturtøku.

Tað var 24. juni, at hægstirætturin, sum í løtuni hevur konservativan meiriluta, ógildaði avgerðina Roe v. Wade frá 1973, sum gav kvinnum í øllum USA rætt til fosturtøku.

– Vit kunnu ikki lata ein hægstarætt, sum einki tamarhald er á, og sum arbeiðir saman við ekstremum pørtum av republikanska flokkinum, taka okkara frælsi og persónliga sjálvræði frá okkum, sigur Biden sambært Ritzau.

Avgerðin hjá hægstarættinum merkir, at einstakar statir nú kunnu áseta teirra egnu fosturtøkulógir, sum avmarka rættin til fosturtøku ella fullkomiliga banna fosturtøku, og fleiri statir vóru skjótir at gera júst hetta.

Biden hevur ásannað, at møguleikar hansara fyri at gera nakað við fosturtøkurættindi eru avmarkaðar, og er skjótasti mátin at fáa rættin til fosturtøku í gildi á samveldisstøði at fáa ein stóran meiriluta í Kongressini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder