Á hátíðarhaldi í gjár heiðraði fráfarandi amerikanski forsetin, Joe Biden 19 fólkum við the Presidential Medal of Freedom, sum er størsta almenna viðurkenning til sivilfólk í USA.
Millum móttakararnar av heiðurmerkinum vóru fyrrverandi uttanríkisráðharrin Hillary Rodham Clinton, U2-sangarin og stríðsmaðurin Bono, fótbóltsleikarin Lionel Messi, sniðgevin Ralph Lauren, og sjónleikararnar Denzel Washington og Michael J. Fox.
Summir av móttakarunum vórðu heiðraðir eftir deyða teirra. M.a. litta borgararættindastríðskvinnan Fannie Lou Hamer; fyrrverandi løgmálaráðharrin og forsetavalevnið Robert F. Kennedy, sum varð dripin í 1968; og George Romney, fyrrverandi guvernørur í Michigan og amerikanskur bústaðarmálaráðharri.
Fult yvirlit yvir, hvørji vórðu heiðrað leygardagin, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald