Uttanlands

Biden heiðraði 14 persónar á tvey ára degnum fyri álopið á Kongressina

Fleiri politikarar og løgreglufólk fingu "The Presidential Citizens Medal", sum er næsthægsti heiður, eitt sivilfólk kann fáa í USA, fyri, sambært Joe Biden, at hava stríðst fyri at verja fólkaræðið

Joe Biden handar heiðursmerki til Gladys Sicknick og Charles Sicknick, foreldur at Brian Sicknick, løgreglumaður, ið var álopin 6. januar 2021 og doyði dagin eftir (Mynd: EPA)

Joe Biden handar heiðursmerki til Gladys Sicknick og Charles Sicknick, foreldur at Brian Sicknick, løgreglumaður, ið var álopin 6. januar 2021 og doyði dagin eftir (Mynd: EPA)

2023-01-08 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin vóru tvey ár liðin síðan álopið á amerikonsku Kongressina 6. januar 2021, tá fimm fólk lótu lív, og 140 løgreglufólk vórðu særd, og hetta markeraði amerikanski forsetin, Joe Biden, sum segði dagin vera "ein av daprastu tíðunum í søguni hjá okkara tjóð".

Í sambandi við tvey ára dagin fyri hendingina, heiðraði Biden 14 persónar, sum sambært honum stríddust fyri at verja fólkaræðið eftir forsetavalið í 2020.

Hesir persónar fingu "The Presidential Citizens Medal", sum er næsthægsti heiður, eitt sivilfólk kann fáa í USA, skrivar Reuters.

Millum teirra, sum fingu heiðrinum vóru politikarar, sum sambært Biden stríddust ímóti trýstinum at ógilda úrslitið av forsetavalinum í teirra statum, og løgreglufólk, harav fleiri, sum lótu lív eftir álopið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder