Uttanlands

Biden: Hetta er andstyggiligt

Amerikanski forsetin og aðrir heimsleiðarar fordøma álopið í brasilska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið

– Eg fordømi álopið á fólkaræðið og friðarliga valdsskiftið í Brasil, sigur Joe Biden (Mynd: EPA)

– Eg fordømi álopið á fólkaræðið og friðarliga valdsskiftið í Brasil, sigur Joe Biden (Mynd: EPA)

2023-01-09 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Álopið á kongressina, forsetaborgina og hægstarættin í Brasilía er andstyggiligt, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden.

– Eg fordømi álopið á fólkaræðið og friðarliga valdsskiftið í Brasil. Demokratisku stovnirnir í Brasil hava okkara fulla stuðul, sigur Biden, sum leggur afturat, at hann sær fram til at samstarva við nývalda forsetan, Lula.

Eisini aðrir heimsleiðarar hava boðað frá, at teir fordøma álopið og stuðla Lula, skrivar Ritzau.

Franski forsetin, Emmanuel Macron sigur, at Brasil og Lula kunnu rokna við stuðli frá fraklendingum, og meksikanski forsetin, Andrés Manuel López Obrador sigur um álopið, at talan er um eina "átaluverda og ódemokratiska kvettroynd".

Tað var sunnukvøldið, at viðhaldsfólk hjá fyrrverandi brasilska forsetanum, Jair Bolsonaro trokaðu seg inn í bygningarnar í brasilska høvuðsstaðnum, og Bolsonaro sjálvur hevur eisini alment fordømt álopið, og hevur hann víst aftur, at hann skal hava eggjað til ófrið.

Les eisini: Lula: Øll verða funnin og revsað


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder