– Vit fara altíð at standa saman við Ísrael í stríðnum móti trygdarhóttanum.
Tað sigur amerikanski forsetin Joe Biden, eftir at altjóða revsidómstólurin í Haag, ICC hósdagin gav boð um, at ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu, og fyrrverandi ísraelski verjumálaráðharrin Yoav Gallant skuldu handtakast.
Sambært ICC skulu teir handtakast fyri "brotsverk móti mannaættini og brotsverk framd frá í minsta lagi 8. oktober 2023 til í minsta lagi 20. mai 2024".
ICC hevur eisini givið boð um at hanstaka Hamas-leiðaran Mohammed Deif, sum møguliga er dripin í einum ísraelskum loftálopi í Gaza í summar, men sambært Biden kunnu Ísrael og Hamas ikki samanberast.
– Boðini hjá ICC um at handtaka ísraelskar leiðarar eru skammilig. Lat meg gera tað heilt greitt. Óansæð hvat ICC vísir á, so kunnu Ísrael og Hamas á ongan hátt samanberast - yvirhøvur, sigur hann sambært Ritzau.
At ICC er komin við handtøkuboðum merkir, at tey 124 ICC-limalondini hava skyldu at handtaka Netanyahu og Gallant um teir traðka á teirra øki. Men hvørki USA ella Ísrael eru ICC-limir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald