2021-01-21 06:56
Á sínum fyrsta degi sum amerikanskur forseti hevur Joe Biden skrivað undir fleiri fyriskipanir, eitt nú at melda USA inn í aftur Parisavtaluna, har heimsins lond hava sett sær mál fyri at avmarka upphitingina av jørðini.
Tað skrivar AFP-tíðindastovan.
Til samans skrivaði Biden undir 15 fyrisskipanir í gjár, skrivar Reuters.
Umframt veðurlagsbroytingar, snúgva fyriskipanirnar seg um spjaðingina av korona, rasuójavna, eins og nakrar ógildingar av avgerðum, sum undangongumaðurin tók.
Biden skrivaði eisini undir eina fyriskipan, sum limar USA inn í aftur heimsheilsustovnin, WHO.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald