Demokratiska forsetavalevnið Joe Biden, fær nú stuðul frá 50 prosentum av veljarunum. Tað vísa tríggjar veljarakanningar, sum eru gjørdar hesar seinastu dagarnar.
Kanningarnar hjá CNN, NPR/PBS og Monmouth University geva Joe Biden ávikavist 51, 50 og 52 prosent, skrivar CNN.
Eisini tvær aðrar veljarakanningar, NBC/WSJ og Ipsos/Reuters, geva Biden eina greiða leiðslu framman fyri Trump, hóast hann ikki liggur yvir 50 prosentum í hesum kanningunum.
Hóast demokratiska forsetavalevnið ikki alment verður valt fyrr enn á landsfundinum í Milwaukee 17. til 20 august, so er ongin ivi um, at tað verður Joe Biden, sum stendur á atkvøðuseðlunum á valinum 3. november.
Stóran týdning
50-prosentmarkið hevur, sambært CNN, stóran týdning, tí tað ger tað verri fyri sitandi forsetan, Donald Trump, at vinna valið.
Á valinum fyri fýra árum síðani hevði Hillary Clinton í juni í miðal stuðul frá 42 prosentum. Hon náddi ongantíð upp á 50 prosent í veljarakanningunum.
So hóast Clinton í 2016 lá frammanfyri í kanningunum, so var ikki neyðugt hjá Trump at sannføra Clinton-viðhaldsfólk um at geva honum atkvøðuna. Tað var nóg mikið at sannføra tey, sum ikki høvdu tikið støðu.
Um Biden liggur á 50 posentum ella meira, gerst vegurin til sigurs langur fyri Trump. So skal hann ikki einans sannføra tey ivingarsomu, men eisini fólk, sum longu hava tikið støðu til at atkvøða fyri Biden.
Fyri fýra árum síðani varð Donald Trump valdur, hóast Hillary Clinton, samanlagt, fekk meira enn tvey prosentstig fleiri atkvøður.
Amerikanska valskipanin gjørdi, at Trump kortini vann við at fáa flest atkvøður í teimum avgerandi statunum. Serliga var tað tepru sigrarnir í Michigan, Pennsylvania og Wisconsin, ið tryggjaðu honum valsigurin.
Nýggjastu veljarakanningunum geva nú Biden eina trygga leiðslu í júst hesum statunum, skrivar CNN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald