Koronafarsóttin er liðug í USA. Tað sigur amerikanski forsetin, Joe Biden í samrøðu við "60 Minutes" á sjónvarpsrásini CBS, sum varð víst í USA í gjárkvøldið.
– Vit hava framvegis ein trupulleika við koronu. Har er framvegis nógv at arbeiða við, men farsóttin er liðug, sigur amerikanski forsetin.
– Kanska hava tit lagt til merkis, at eingin brúkar munnbind. Øll tykjast at vera væl fyri. So eg haldi, alt er við at broytast.
Sambært Ritzau vísa tøl frá amerikonsku heilsumyndugleikunum tó, at fleiri hundrað amerikanarar doyggja hvønn dag, eftir at teir hava verið sjúkir við koronu. Biden hevur eisini heitt á Kongressina um at góðkenna eina játtan á 22,4 milliardir dollarar – uml. 167 milliardir krónur – so USA kann verða fyrireikað uppá eina møguliga øking í smittutalinum í heyst.
Tølini hjá amerikonsku heilsumyndugleikunum vísa eisini, at í miðal 59.856 persónar fáa staðfest koronu hvønn dag. Hetta talið byggir á seinastu sjey dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald