Uttanlands

Biden: Lata ikki aftur í vetur

Amerikanski forsetin legði í gjár fram eina ætlan um koronutiltøk í USA komandi tíðina, sum m.a. inniber, at øll ferðandi skulu kanna seg áðrenn tey fara til USA

Ætlanin er ikki, at USA skal lata aftur enn einaferð, sigur Joe Biden (Mynd: EPA)

Ætlanin er ikki, at USA skal lata aftur enn einaferð, sigur Joe Biden (Mynd: EPA)

2021-12-03 09:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA fer ikki at lata aftur í vetur. Tað segði amerikanski forstin, Joe Biden, tá hann hóskvøldið legði fram ætlanina fyri koronutiltøk komandi tíðina.

Ein partur av ætlanini inniber nýggjar avmarkingar fyri ferðandi til USA. Nevniliga, at øll ferðandi skulu lata seg kanna fyri koronu áðrenn fráferð til USA. Eisini verður kravið um munnbind í flogførum, tokum og aðrastaðni í almenna samferðslukervinum, longt fram til 18. mars.

Eisini eru fleiri milliónir dollarar settir av til at tryggja, at amerikanarar ókeypis kunnu kanna seg fyri koronu heima.

Nýggja Omikron-fraábrigdið er higartil staðfest í amerikonsku statunum Kalifornia, Kolorado og Minnesota.

Beint undir 60 prosent av samlaða fólkatalinum í USA eru liðugt koppsett fyri koronu, og tað er eitt lágt tal í mun til onnur rík lond. Í gjár kom Biden eisini við einari áheitan á fólk um at lata seg koppseta. Biden legði afturat, at ætlanin eisini er at senda meira koppingarevni til restina av heiminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder