Uttanlands

Biden liggur á ymsan hátt betri fyri enn Trump

Demokratiska valevni hevur fleiri valmenn, nú átta valstøð eru eftir, og hevur harvið fleiri møguleikar til at vinna. Biden hevur eisini eina tepra leiðslu í nøkrum svingstatum, men Trump kann framvegis yvirhála hann

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-11-04 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni eru 42 út av 50 statum avgjørdir. Seinastu atkvøðurnar í hesum statunum mangla:

Pennsylvania (Gevur 20 valmenn)
Georgia (16 valmenn)
Michigan (16 valmenn)
North Carolina (15 valmenn)
Wisconsin (10 valmenn)
Nevada (6 valmenn)
Maine (4 valmenn)
Alaska (3 valmenn)

Joe Biden er á odda 235-213 í valmonnum. Harvið hevur demokratiska valevni tørv á 35 valmonnum afturat, og um hann ikki vinnur Pennsylvania, har Trump er rímiliga trygt á odda, so hevur Biden tørv á at vinna minst triggjar aðrar statir.

Hóast Trump hevur skýrt seg vinnara í North Carolina og Georgia, og samanlagt, so er tað ov tiðliga at siga enn. Valevnnini fáa ein lítlan stat í part afturat (Trump Alaska og Biden Maine og minst tríggjar útav teimum fýra valmonnunum har), og so er øðiligur spenningur um Michigan og Wisconsin í norðara parti av landinum. Har hevur Biden líka yvirhálað Trump, og hetta kann gerast avgerandi.

Forsetin hevur sagt, at tað nu skal støðgast við at telja atkvøður, og at hann hevur vunnið valið. Donald Trump var í røðu sínum í morgun inni á vandanum við valsviki og hevur aftur róð fram ímóti tí á Twitter seinnapartin.

Í Nevada verður endaliga úrslitið ikki greitt fyrrenn einaferð í morgin, og í Georgia og í Michigan hava verið trupulleikar við ávíkavist einum vatnrøri, sum er brostið á einum stórum valstaðið, og manglandi blekki í einari maskinu ið telur atkvøður. Tað kann vera, at tað ikki er liðugt at telja brævatkvøður í ymsu statunum, fyrrenn fríggjadagin.

Sí status frá TV2 um støðuna í statunum her, og um hvussu valevnini kunnu vinna her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder