Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur í dag spákað sær ein túr í Kyiv eftir eina sera óvæntaða vitjan í Ukraina, tí onki var fráboðað ramman undan vitjanini.
Á vitjanini hevur Joe Biden eisini hitt Volodymyr Zelenskyj, forseta.
Hetta var fyrsta ferðin hjá amerikanska forsetanum í Ukraina síðan russiskar herdeildir gjørdu innrás í landið 24. februar í fjør.
Undir vitjanini í Kyiv, hevur Biden boðað frá meira stuðli til Ukraina.
- Eg hevði í dag fund við Zelenskyj og hansara fólk í Kyiv fyri at tosa um okkara framhaldandi stuðul. Eg fari at boða frá enn eini sending av týðandi útgerð – herundir lóður, stríðsvagnaverju, útgerð til loftverju og hjálp til at verja ukrainska fólkið móti loftálopi, segði Biden.
Sambært almenna álmanakkanum hjá Biden skuldi hann vitja í Polandi í døgunum undan ársdegnum fyri russiska álopið. Í staðið sást hann knappliga í Kyiv í morgun.
Biden upplýsti í dag, at tað framvegis er ætlanin, at hann skal fundast við polska forsetan, Andrzej Duda, í Polandi.
Fleiri aðrir vesturlendski leiðarar hava verið á vitjan í Kyiv undir krígnum. Teirra millum er forseti Fraklands, Emmanuel Macron, týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, og fyrrverandi forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, og tann núverandi, Rishi Sunak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald