Uttanlands

Biden luttekur ikki á ST-veðurlagsráðstevnu í ár

Ráðstevnan verður í Aserbadjan seinni í hesum mánaðinum, eftir amerikanarar hava valt nýggjan forseta

Valskeiðið hjá Joe Biden forseta endar 20. januar, og 5. november verður greitt, hvør nýggi forsetin verður (Mynd: EPA)

Valskeiðið hjá Joe Biden forseta endar 20. januar, og 5. november verður greitt, hvør nýggi forsetin verður (Mynd: EPA)

2024-11-02 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 11. til 22. november verður ST-veðurlagsráðstevnan COP29 í Aserbadjan, og hon verður uttan luttøku frá amerikanska forsetanum, Joe Biden.

Tað upplýsa ónevndar keldur fyri miðlinum Bloomberg.

USA verður tó framvegis umboðað á ráðstevnui. John Podesta, ovasti ráðgevi hjá Biden innan veðurlagspolitikk, fer saman við øðrum úr umsitingini hjá amerikanska forsetanum, at luttaka, skrivar Ritzau.

Tað er heldur ikki ein sjálvfylgja, at amerikanski forsetin luttekur á árligu veðurlagsráðstevnuni hjá ST. Biden luttók í 2021 og 2022, men í 2023 var tað varaforsetin Kamala Harris, sum umboðaði USA á ráðstevnuni.

Ársins veðurlagsráðstevna verður hildin stutt eftir amerikanska forsetavalið, sum verður 5. november. Tá verður greitt, um tað verður demokratiska forsetavalevnið, Kamala Harris, ella republikanska forsetavalevnið Donald Trump, sum skal yvirtaka leiðsluna eftir Joe Biden, sum fer frá í januar.

Tá Trump var forseti tók hann USA úr Parísavtaluni frá 2015, har londini samdust um at avmarka upphitingina av jørðini til undir 2,0 hitastig. Á sínum fyrsta degi sum forseti í 2021, meldaði Biden USA inn aftur í avtaluna. Trump hevur boðað frá, at sleppur hann innaftur í Hvítu Húsini, fer hann at melta USA úr aftur avtaluni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder